Tríati ár við Maersk Air

Fyrsta mars eru 30 ár liðin, síðan Maersk Air byrjaði at flúgva til Føroya. Dagurin verður hildin í Føroyum

 

Flogferðsla

Maersk Air fer at hátíðarhalda 30 ára dagin fyri flúgvingini til Føroya hósdagin í komandi viku. Dagurin verður hildin umborð á Maersk flogfarinum, sum kemur fyrrapartin, eins og okkurt verður gjørt burtur úr í Føroyum eisini.

Við flogfarinum, sum kemur í Vágar klokkan 11 fyrrapartin, eru millum onnur Bjarne Hansen, skipsreiðari hjá Maersk, sum í fleiri ár var stjóri á Maersk Air, og Gunnar Tietz, fyrrverandi stjóri á Daniar. Tað var sum partur av Danair, at Maersk Air bygjaði at flúgva til Føroya fyri 30 árum síðan.

30 ára dagurin verður hildin á ymsan hátt, sigur Maersk Air í tíðindaskrivi.

Umborð á jubileumsflogfarinum, sum tey nevna hósdagsflogfarið, verður kapping millum feðrafólkini, har eitt av ferðafólkunum sum vinning fær ferðaseðilin fyri 30,- kr. Alt íroknað.

Talan er um at svara nøkrum spurningum. Millum røttu svarini verður so kastað lut. Og tann hepni vinnarin ferðast so millum Danmark og Føroyar fyri 30 krónur.

Tá flogfarið er lent, verður móttøka á flogvøllinum í Vágum fyri øllum ferðafólkunum, starvsfólki á flogvøllinum og øðrum viðskiftafólki.


Stórur vøkstur

Ferðafólkatalið við Maersk flogførunum hevur verið í stórum vøkstri seinasta árið. Í fjør flutti Maersk Air 55.942 ferðafólk millum Føroyar og Danmark, meðan talið í 1999 var 46.521.

Meginparturin av hesum vøkstrinum standa bíligu ferðirnar og tilboðini annars fyri.

Men hesin stóri vøkstruin hevur so eisini gjørt sítt til, at rutan millum Billund og Vágar eisini fer at halda fram veturin 2000/2001.

Hesi 30 árini, Maersk Air hevur flogið millum Føroyar og Danmark, hevur felagið flutt 1,2 milliónir ferðafólk í flogførum sínum, sigur Maersk Air í tíðindaskrivi í samband við, at 30 ár eru liðin, síðan Maersk Air byrjaði at flúgva til Føroya.