Starvsdagur
Í morgin, 1. juli, hevur Maria á Lofti í Sandavági starvast innan føroysku ferðavinnuna í tríati ár.
Øll árini hevur "basin" hjá henni verið Flogvøllurin í Vágum.
Tey fyrstu 17 árini var Maria í starvi hjá Flogfelag Føroya, og seinni hevur hon havt ábyrgdina av sølu-og marknaðardeildini hjá Atlantsflogi.
Maria, sum er gift Kára á Lofti, er sera fryntlig og gongur við lív og sál upp í sítt arbeiði.