Trúarsamfeløg mæla til at herða vápnalógina

Umboð fyri tey størstu trúarsamfeløgini í USA vóru í gjár til minnisguðstænastu í dómkirkjuni í høvuðsstaðnum Washington til at minnast tey, sum vórðu myrd í býnum Newtown næstseinasta fríggjadag.

Umboðini mæltu politikarunum til at herða reglurnar fyri, hvør kann hava skotvápn.

Barack Obama, forseti, hevur sett varaforsetan, Joe Biden, á odda fyri ein bólk, sum skal fyrireika eitt lógaruppskot um broytingar í vápnalógini. Uppskotið skal gerast í samstarvi millum fleiri ráðstovur, og forsetin hevur sagt, at hann vil hava uppskotið í seinasta lagi í januar.