Trúarlívið avlýsir

Fólkakirkjan hevur boðað frá, at allar gudstænastur nú verða avlýstar vegna corona. Nú avlýsa fleiri fríkirkjur og missiónshús eisini

Í gjár boðaði Fólkakirkjan frá, at allar gudstænastur í mars eru avlýstar vegna áheitanina frá myndugleikunum um ikki at savnast nógv fólk saman vegna vandan við corona-smittuni.

Ymsar samkomur kring landið hava nú eisini avlýst alt sítt virksemi. Millum aðrar Betesda í Klaksvík, Ebenezer í Havn, Hebron á Argjum og Lívdin í Hoyvík umframt aðrar samkomur, sum hoyra til brøðrasamkomuna. 

Keldan í Skálafirði avlýsir eisini.

Tað eru eisini fleiri missións- og meinigheitshús kring landið, ið avlýsa.
Millum annað Meinigheitshúsið í Havn, Meinigheitshúsið á Skála, missiónshúsi Thabor í Fuglafirði, missiónshúsið Tabor á Toftum, KFUM og K í Klaksvík, Emmaus í Klaksvík og onnur.

Tiltøk í Leguhúsinum í Nesvík og á Zarepta eru eisini avlýst, og Blái Krossur Føroya hevur avlýst aðalfundin.

Nú ikki ber til at savnast komandi vikurnar, so eru tað tó onkur samkoma og missiónshús, sum fara at stroyma møti, soleiðis at fólk kunnu sita heima framman fyri skíggjan og fylgja við. Ætlanin er at hava møti fyri tómum salum, men á netinum kunnu nógv fólk fylgja við.