Jóannes Hansen
----
Sunnudagin verður punktum sett fyri 2013 róðrarárið. Sum altíð so verður tað eisini hesa ferð á Havnarvág og á 901,30 metra teininum av Argjahøvda og framvið Molanum, at tað verður kappast um sigurin í sjeynda FM róðrinum.
Drekin hevur vunnið FM í kappingini millum dreingjamanningar, Jarnbardur hevur vunnið kappingina millum 6-mannafør við kvinnum, Erla Kongsdóttir hevur vunnið kappingina millum 5-mannafør við gentum, Havfrúgvin hevur vunnið kappingina millum 5-mannafør við kvinnum, og Argjabáturin og Klaksvíkingur fara ólavsøkuaftan at vinna FM, um teir koma á mál.
Tað er bara í kappingini millum 6-mannafør við monnum, at tað er spenningur um FM. Sølmundur er fremstur við 32 stigum, og Jarnbardur er á øðrum plássi við 31 stigum. Tann av hesum báðum bátunum, sum verður fremri sunnudagin, verður helst føroyameistari.
Tað eigur í hesum sambandi at verða lagt aftrat, at tað er teoretiskur møguleiki fyri, at Gongurólvur, sum hevur 28 stig, eisini hevur møguleika at vinna FM. Tað er lítið sannlíkt, at tað skal laga seg soleiðis, at Sølmundur ella Jarnbardur ikki verður meistari. At tað tó ikki eigur heilt at verða útihýst var úrslitið á vestanstevnu í júst hesi kappingini staðfesting av. Tá endaði Sølmundur á 8. plássi, og Gongurólvur var nummar 7!
Fleirfaldu meistararnir
Havnarbáturin er tann kappróðrarbáturin, sum hevur vunnið flestu FM heitini á rað, og tað tykist ógvuliga lítið sannlíkt, at metið hjá havnarmonnum nakrantíð fer at verða tikið.
Frá tí, at tað í 1973 varð farið at kappast um FM eftir galdandi skipan, og fram til í 1979 ella í sjey ár á rað, vann óføra manningin á Havnarbátinum øll árini meistaraheitið til høvuðsstaðin.
Umframt Havnarbátin er tað bara ein annar bátur, sum hevur vunnið kappingina millum 10-mannaførini tríggjar ferðir á rað. Tað er Skálabáturin, sum var meistari í 1992, 1993 og 1994.
Klaksvíkingur vinnur FM fyri triðju ferð á rað sunnudagin. Hann vann eisini FM í 2011 og 2012, og harvið verður hann sunnudagin trífaldur FM vinnari. Hetta er fimtu ferð í alt, at klaksvíkingar vinna FM í hesi kappingini. Hini árini vóru í 2006 og 2009.
Í tey fjøruti árini, sum tað hevur verið kappast um FM í kappróðri sambært galdandi reglum, er tað tíggju ferðir komið fyri, at ein og sami bátur hevur vunnið fult stigatal í einum róðrarári í kappingini millum 10-mannaførini. Tey fyrru árini vóru fimm FM róðrar, so vóru teir seks, og nú hava teir í nøkur ár verið sjey.
Vinnararnir við fullum stigatali eru hesir: Havnarbáturin 1973 (5), 1974 (5) og 2001 (6). Nólsoyingur 1985 (5) og 1989 (5), Skálabáturin 1993 (6), Eysturoyingur 1998 (6), 1999 (6) og2007 (7.) Klaksvíkingur 2011 (7).
Hinar kappingarnar
Umframt Havnarbátin eru tað tríggjar manningar, sum hava vunnið FM fýra ferðir á rað. Tað eru 8-mannafarið Kvívíkingur (1978, 1979, 1980 og 1981), 5-mannafarið Svanur av Skála við dreingjamanning (1979, 1980, 1981 og 1982) og 6-mannafarið Gongurólvur hjá Havnar Róðrarfelag við monnum (1981, 1982, 1983 og 1984).
Hinir bátarnir, sum hava vunnið FM tríggjar ferðir á rað, eru hesir:
Argjabáturin (2009, 2010 og 2011).
Kollfirðingur í kappingini millum 6-mannafør við monnum (1975, 1976 og 1977).
Hósvíkingur í kappingini millum 6-mannafør við monnum (1985, 1986 og 1987).
Hvessingur hjá teimum í Hvalvík/Streymnesi í kappingini millum 6-mannafør við monnum (1993, 1994 og 1995).
Firvaldur av Tvøroyri í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum (1977, 1978 og 1979).
Sílið hjá Havnar Róðrarfelag í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum (1980, 1981 og 1982).
Báran úr Hósvík í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum (1992, 1993 og 1994).
Jarnbardur hjá Róðrarfelagnum Knørri í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum (1991,
1992 og 1993). Kelda: drekin.fo










