Toyota Yaris hybridbilur

Toyota hava sett sær sum mál, at øll modellini hjá teimum skulu fáast sum hybridbilar. Síðst í 2010 kom Toyota Auris sum hybridbilur, og nú stendur Yaris fyri tørni.

Á altjóða bilaframsýningini Geneve Motor Show 2011, sum var frá 3. til 13. mars, sýndu teir fram hybridbilin Toyota Yaris HSD. Eisini varð Toyota iQ sýndur fram sum reinur elbilur.