Toyota størsta bilverksmiðjan

Japanska bilfyritøkan Toyota er heimsins størsta bilverksmiðja. Í fyrsta ársfjórðingi framleiddi fyritøkan 2,49 milliónir bilar, og tað er meiri enn nøkur onnur verksmiðja. Tað skrivar Bloomberg News.

Amerikanska General Motors og týska Volkswagen eru tó ikki lang aftanfyri. GM gjørdi í fyrsta ársfjórðingi 2,28 milliónir bilar, og VW gjørdi 2,16 milliónir.

Toyota lá á odda sum heimsins størsta bilverksmiðja í árunum frá 2008 til 2010, men tann harði jarðskjálvtin og tann stóra flóðaldan í Japan raktu framleiðsluna hjá Toyota meint, og tað gjørdi, at General Motors var tann størsta bilverksmiðjan í 2011.