Toyota rundar 9 milliónir hybridbilar

Sølan av hybridbilum gongur við rúkandi ferð. Toyota hevur júst rundað nýggju milliónir seldar hybridbilar.

 

Í heimshøpi marknaðarførir Toyota 33 ymisk hybridmodell, sum øll koyra upp á eina samanseting av el og bensin og skal ongantíð løðast. Tað syrgir hybridtøknin sjálv fyri undir koyring.

 

Í oktober í fjør almannakunngjørdi Toyota sína nýggju stóru umhvørvisætlan, sum nevnist Toyota Environmental Challenge 2050. Í dag selur Toyota yvir eina millión hybridbilar um árið, og ætlanin er at teir runda 15 milliónir seldar hybridbilar í 2020.

 

Í Danmark og Føroyum eru seldir yvir 8.000 hybridbilar frá Toyota.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/