Toyota MR2 komin aftur íaftur

Flest øll í Føroyum hava sæð hendan lítla svarta sportbilin í SVF-lýsingunum hjá LM-Handilinum, ella á bilaframsýningum.

Magnus Gunnarsson


Verkfrøðingarnir høvdu ein dreym

Fyrsti Toyota MR2 kom í 1985. Nýtt snið kom í 1990, ið varð gjørt til 1995. Tá teir góvust við at gera MR2 hildu teir uppat at gera bilin, tí hann gjørdist nakað dýrur og gav ov lítið avkast til Toyota.

Tað at bilurin er aftur her nú kemur av, at nakrir treiskir verkfrøðingar hjá Toyota høvdu ein dreym um ein lítlan kompaktan sportbil, og arbeiddu teir í roynd og veru aftan fyri ryggin á leiðsluni við verkætlanini um at gera ein nýggjan MR2.

Tá ætlanin varð løgd fram fyri leiðsluna, saman við tekningunum, gav leiðslan seg yvir, og ein nýggjur MR2 sá dagsins ljós.


Midship Runabout 2

Tað MR2 stendur fyri er: M stendur fyri »midship engine«, R stendur fyri »runabout«*, og 2-talið kemur av at hann er ein bilur til tveir persónar.

Sjálvt um bilurin er lítil, er gott pláss til stórar persónar, og beinplássið er gott.

Leðurrættið kann stillast í hædd, og setrini eru av slagnum »Whiplash Injury Lessening« (WIL).

Endamálið við hesum setrum er at minka um vandan fyri skaða, tá bilurin verður ákoyrdur aftanífrá.


Cabriolet, stofftak ella coupé

MR2 er ein sportbilur, sum sær væl út, koyrir væl og vekir ans, har hann kemur. Porsche Boxter hevur nokk verið fyrimyndin, tí teir líkjast bæði uttan og innan.

Bilurin kann brúkast sum ein cabriolet við ongum taki ella við stoffgalesjuni, ið er løtt at sláa upp ella niður, uttan at skula úr bilinum. Ein triðji møguleiki er at keypa ein hardtop í sama liti sum bilurin, og tá hava vit ein elegantan MR2 coupé.

Við bakhjólstrekki og motorinum í miðjuni fær bilurin gott vegtak og vektbýti.

Motorurin, ið er ein 1.8 litur, 4 syl. 16V og 140 hk, situr lágt fyri at fáa tyngdarpunktið niður.

Bilurin hevur ikki somu dekkstødd aftan og framman. Dekkini framman eru 185/55-15 við 6" felgum, og aftan eru dekkini breiðari, 205/50-15 við 6,5" felgum. Alt hetta ger, at bilurin koyrir so væl, at tað næstan ber til at stýra gjøgnum sving við speedaranum.

Bilurin kom higar sum ein framsýningarbilur, og vónandi verður hann verðandi í landinum.

* Runabout er ein opin sportbilur, ofta við tveimum setrum og galesju



Toyota MR2


Motorurin

4 syl. 1.8 VVTi bensin 16V 140 hk


0-100 km/t

8.1 sek/5 gear


bensinnýtsla

13.5 km/l


Toppferð

210 km/t


Dekkstødd

framman 185/55-15

aftan 205/50-15


Stødd og vekt

Longd 388.5 cm

breidd 169.5 cm

hædd 124.0 cm


Eginvekt

950 kg

Totalvekt

1225 kg


Viðførisrúm

90 litrar


Prísur

kr.268.000,-


Søluumboð

Reyni Service

Vegurin Langi

FO-188 Hoyvík

Telefon 313040