Toyota mest seldi bilur í ár

Higartil í ár eru seldir 224 Toytabilar í Føroyum, og harvið er Toyota aftur á fremsta plássi.

Higartil í ár eru seldir 224 Toytabilar í Føroyum, og harvið er Toyota aftur á fremsta plássi.

Toyotabilarnir hava verið vælumtóktir bilar í Føroyum í nógv ár, men seinnu árini hevur Citroen vunnið kappingina um at vera mest seldi bilur. 198 Citroen bilar eru seldir higartil í ár.

 

Sølan av bilurum higartil í ár – býtt á bilmerki, sær soleiðis út:

 

1. Toyota 224

2. Citroen 198

3. Ford 142

4. Nissan 113

5. Suzuki 65

6. Mercedes-Benz 62

7. Kia 61

8. Volvo 61

9. Peugeot 60

10. Mitsubishi 49

 

Sølan í augustmánaði var hendan:

1. Ford 26

2. Citroen 19

3. Toyota 18

4. Nissan 12

5. Mercedes-Benz 8

6. Volvo 8

7. Mitsubishi 6

8. Peugeot 6

9. Suzuki 6