Toyota kallar nógvar bilar innaftur

Japanska bilaverksmiðjan Toyota hevur gjørt av at kalla næstan 2,8 milliónir bilar innaftur, tí trupulleikar eru við stýringini og vatnpumpuni á 13 ymiskum modellum.

Í Danmark fáa 23.000 Toyota-eigarar boð um at koma á verkstað við bilinum. Talan er um Toyota Avensis við 1,6 og 1,8 litur motori frá august í 2002 til oktober í 2008, Toyota Corolla frá juli í 2001 til mars í 2004 og Toyota Prius frá juni í 2003 til mars í 2009.

Sambært Toyota í Danmark hava hesir bilarnir trupulleikar við stýriútgerðini.