Toyota kallar 7,4 milliónir bilar innaftur

Toyota, sum er tann størsta bilverksmiðjan í Japan og tann næststørsta í heiminum, hevur nú gjørt av at kalla 7.430.000 bilar innaftur, tí eitt brek við teirri elektrisku skipanini ger, at eldur kann koma í bilarnar.

Toyota sigur í tíðindaskrivi, at bilarnir, sum eru seldir um allan heimin, hava kanska eitt brek í einum elektriskum rúti, sum í ringasta føri kann festa eld í bilin. Millum modellini, sum kunnu hava brekið, eru tey væl umtóktu Corolla og Camry.

Í USA skulu umleið 2,5 milliónir bilar inn til kanningar, og í Evropa og Kina skulu 2,8 milliónir bilar á verkstað. Hinir eru seldir í Japan, Kanada, Avstralia og í Miðeystri.

Toyota lovar at bøta brekið, so eingin vandi verður fyri, at eldur skal koma í bilarnar.