Sambært hagtølum frá Akstovuni, so er Toyota framvegis best dámdi bilur í Føroyum.
Fyrstu sjey mánaðirnar í ár eru seldir 222 Toyotabilar. Tað er væl meira, enn kappingarneytin, sum er Citroen – sum kom upp á 176 bilar fyrstu sjey mánairnar. Citroen er seinastu árini vorðin væl betur umtóktur bilur, og hann megnaði at verða mest seldi bilur í Føroyum í 2013. Í fjør tók Toyota aftur oddasessin, sum japanska bilmerkið hevur havt í Føroyum í fleiri ár frammanundan.
Hagtølini fyri mest seldu bilar í Føroyum fyrstu sjey mánaðirnar í ár síggja soleiðis út:
|
|
TOYOTA | 222 |
CITROEN | 176 |
NISSAN | 134 |
MITSUBISHI | 117 |
FORD | 115 |
VOLKSWAGEN | 93 |
PEUGEOT | 68 |
KIA | 62 |
VARIANT | 54 |
MERCEDES-BENZ | 48 |
|
|
Hagtølini fyri julimánað síggja soleiðis út:
|
|
TOYOTA | 33 |
CITROEN | 25 |
FORD | 24 |
NISSAN | 18 |
VARIANT | 17 |
VOLKSWAGEN | 13 |
KIA | 11 |
MITSUBISHI | 11 |
BRENDERUP | 8 |
PEUGEOT | 8 |
|
|