Toyota er mest seldi bilur í august.

Tað vísa hagtølini hjá Akstovuni um skráseting av bilum, fyrstu átta mánaðirnar í ár.

 

Í august vórðu seldir 24 Toyota bilar. Næstir Toyota vóru bæði Kia og Huyndai, sum hava selt 16 bilar í part.

Nummar eitt higartil í ár er framvegis Kia, sum hevur selt 209 bilar ársins fyrstu átta mánaðir. Nummar tvey er Toyota, sum hevur selt 193 bilar í ár. Á triðja plássi er Volkswagen, sum hevur selt 168 bilar.

10 tey mest seldu bilmerkini í august 2021:

 

TOYOTA 24

HYUNDAI 16

KIA 16

FORD 12

VOLKSWAGEN 12

VOLVO 12

MERCEDES-BENZ 9

AUDI 8

RENAULT 8

VARIANT 8

 

10 tey mest seldu bilmerkini frá januar til august 2021:

KIA 209

TOYOTA 193

VOLKSWAGEN 168

FORD 149

HYUNDAI 143

VOLVO 140

MERCEDES-BENZ 94

RENAULT 93

CITROEN 73

SUZUKI 69