Eftir teir fyrstu fimm mánaðirnar í ár, so er Toyota framvegis mest seldi bilur í Føroyum.
Toyota hevur selt 152 bilar hesar fimm mánaðirnar, og tað eru 12 fleiri enn Citroen, sum liggur á øðrum pláss við 140 bilum.
Men taka vit bara seinasta mánaðin, maimánað, so er tað Volkswagen, sum liggur á fyrsta plássi. Volkswagen hevur selt 40 bilar, meðan Toyota er á øðrum plássi við 37 bilum.
Tey 10 bilmerkini, sum hava selt mest teir fyrstu fimm mánaðirnar í ár eru:
Bilmerki | Akf.tal |
TOYOTA | 152 |
CITROEN | 140 |
VOLKSWAGEN | 136 |
NISSAN | 132 |
FORD | 92 |
MITSUBISHI | 63 |
RENAULT | 51 |
KIA | 40 |
MERCEDES-BENZ | 36 |
BRENDERUP | 33 |
|
|
Tey 10 bilmerkini, sum hava selt mest í maimánaði í ár eru:
Bilmerki | Akf.tal |
VOLKSWAGEN | 40 |
TOYOTA | 37 |
NISSAN | 34 |
CITROEN | 30 |
FORD | 19 |
BRENDERUP | 14 |
MITSUBISHI | 12 |
RENAULT | 12 |
MERCEDES-BENZ | 10 |
SUZUKI | 8 |
|
|