Bilar
Bilurin hevur ein 1.4 litur dieselmotor við commonrail innspræning, turboløðara og einum nýggjum sótfiltri. Eins og aðrir umhvørvisvinarligir bilar hevur Eco Spirit Cubic »stop-and-go« skipan, ið ger at motorurin sløknar, tá bilurin stendur stillur og bíðar í ferðsluni. Bilurin, ið deilvís er gjørdur úr aluminium, vigar einans 700 kg. Fólk frá FDM hava royndarkoyrt konseptbilin í Fraklandi. Teir siga, at bilurin er góður at koyra og larmar lítið, hóast teir koyrdu við 150 km/t, ið er toppferðin á bilinum. Enn er tó einki sagt um nær bilurin kemur á marknaðin
Toyota Eco Spirit Cubic 1.4 (Konseptbilur)
Motorurin1.4 litur V4 diesel hk (ikki upplýst)
0-100 km/t 10,0 sek
Toppferð150 km/t
Dekkstødd145/70-15 lágfriktiónsdekk
Stødd og vekt:
Longd352,0 cm
Breidd163,0 cm
Hædd146,0 cm
Eginvekt700 kg
Kelda: FDM / Motor