Toyota Crown við framkomnari tøkni

Teir fyrr so kendu Toyota Crown eru framvegis á lívi og eru í dag teir mest framkomnu bilarnir hjá Toyota. 2008 útgávan er ein slóðbrótari innan nýggjastu tøknina í bilum


Toyota ævintýrið í Evropa byrjaði við Toyota Crown, sum komu til Danmarkar í 1963 og sama árið til Føroyar. Nýggjasti Toyota Crown er 13. generatión, síðan teir fyrstu ferð komu á japanska marknaðin í 1955.


Toyota Crown 2008 er ein slóðbrótari innan framkomna tøkni í bilum við t.d. »Pre-Crash-System«, har eygnasensorar hjálpa førararnum undir koyring at umgangast samanstoytir. Hetta verður gjørt saman við eini navigatións- og trygdarskipan við førara-assistenti sum syrgir fyri øllum undir koyring sum t.d. at bilurin sjálvur setur ferðina niður, um hann nærkast eini bíðirøð ella eini gjaldsstøð.


Bilførarin fær eisini at vita í góðari tíð, um hann nærkast einum steðgiskelti ella ferðsluljósi. Bilurin er útgjørdur við infrareyðum ljósi ið sær lutir í myrkri, sum vanlig ljós ikki síggja. Talan er um eina uppfinning hjá krígsídnaðinum.


Toyota Crown hava ikki verið seldir í Evropa í nógv ár, men fleiri av hesum tøkniligu nýggjheitum koma við tíðini at síggjast í øðrum Toyota og Lexus útgávum.