Toyota Crown tikin av vindi

Fyri 35 árum síðan:

Í myndaárbókini Árið ið fór frá 1974 er hendan myndin frá november 1973, tá ið rættuligt ódnarveður var kring landið. Hendingin fór fram í Gøtu, har ein Toyota Crown, ið stóð parkeraður aftan fyri ein Volvo 144, varð syftur upp um Volvo bilin og lendi á einum garði og á takinum á Volvo bilinum sum harafturímóti ikki hevði flutt seg. Sum myndin vísir, er tað ikki nakar lítil bilur, ið soleiðis er viðfarin. Ein Toyota Crown vigaði umleið 1300 kg.


Um miðjan november 1973 var annars rættuligt ódnarveður kring landið. Á flogvøllinum í Vágum, har mált varð uppí vindmegi 15, fór tekjan av nýggja garagubygninginum. Á Oyggjarvegnum fuku fleiri bilar út av vegnum, og í summum bygdum fóru tekjur omanav húsunum. Bæði í Hoyvík og í Gøtu rapaðu tvey nýliga reist hús.


Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1974.