Toyota Celica 40 ár

Í ár eru 40 ár liðin síðan Toyota Celica fyrstu ferð kom á marknaðin í 1970.

Celica var frá byrjan av ein sportlig útgáva. Frá tí at framleiðslan av Celica byrjaði til tann seinasti varð framleiddur í 2006 vórðu teir gjørdir í fleiri ymiskum utgávum, bæði sum hardtop og liftback umframt Celica Supra. Roknað verður við, at tá nýggi Toyota FT-86 kemur á marknaðin verður hann avloysari fyri Celica.