Toyota Aygo - ein ektaður býbilur

Aygo, ið er tann minsti Toyota í Evropa, verður ein tann mest økonomiski bensindrivni bilurin í sínum klassa. Aygo er ein ektaður býbilur, ið fæst bæði við trimum og fimm hurðum

Kappingin í minibil-klassanum harðnar alla tíðina, og tá teir tríggir felagsbilarnir Toyota Aygo, Citroën 1 og Peugeot 107 koma á marknaðin í næstum, verður kappingin um kundarnar munandi herd. Bilarnir verða gjørdir sum ein felags verkætlan hjá Toyota og PSA (Citroën og Peugeot).

Toyota Aygo, ið fyrstu ferð alment sýndur fram á Genéve Motorshow í mars 2005, verður tann fyrsti á marknaðinum frá verksmiðjuni í Kolin, 60 km uttan fyri kekkiska høvuðsstaðin Prag. Hóast bilarnir verða gjørdir á sama samlibandi, verða teir ikki heilt eins at síggja til, men hava teir hvør sín egna identitet.

Aygo, ið merkir "I go", kemur fyrst við einum 1.0 litur bensinmotori við 68 hk. Hesin koyrir heilar 21,7 km/l í meðal, og er hann tann mest økonomiski bensindrivni bilurin á marknaðinum. Motorurin vigar einans 67 kg, og er hann heimsins lættasti í sínum klassa. Fyrst í komandi ári kemur Aygo við einum dieselmotori við 54 hk, sum eisini er bæði orkusparandi og umhvørvisvinarligur.

Lættur at umgangast

Aygo er nakað minni enn t.d. Toyota Yaris. Bilurin er sera væl egnaður til býarkoyring. Elektromekaniska servostýringin ger, at bilurin er lættur at umgangast og at koma runt við í tættari ferðslu og at parkera.

Aygo fæst við bæði 3 og 5 hurðum. Viðførisrúmið er 139 litrar, men við at leggja baksetrini niður, verður tað væl størri.

Bilurin fekk fýra stjørnur í EuroNcap krasj-testunum, ið má metast sum sera gott í hesum klassanum. Hetta kemst m.a. av at bilurin framman verjir fótgangararnar væl í einum samanstoyti, og av MICS (Minimal Instrusion Cabin System), ið er ein sterk karossaríkonstruktión, sum leiðir orkuna frá einum samanstoyti uttan um sjálva kabinuna.

Frá Reyni Service í Hoyvík verður sagt, at teir fáa tann fyrsta Toyota Aygo ein av fyrstu døgunum, og prísirnir byrja við kr. 122,000,-


Myndatekstur:





Toyota Aygo 1,0 VVT-i

Motorurin1,0 litur 3 syl. bensin 68 hk

0-100 km/t14,9 sek

Bensinnýtsla21,7 km/l (blandað koyring)

Dekkstødd155/65-14

Stødd og vekt
Longd340,5 cm
Breidd161,5 cm
Hædd146,5 cm
Eginvekt890 kg
Viðførisrúm139 litrar

Prísirfrá kr. 122,000,-

SøluumboðReyni Service
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tel. 35304
www.reyniservice.fo