Í eini kanning hjá svenska tryggingarfelagnum Folksam fekk Toyota Avensis besta karakter. Svenska tryggingarfelagið Folksam hevur við støðið í 105.000 ferðsluvanlukkum funnið fram til, hvørjir bilar teir meta sum teir tryggastu at koyra í. Sambært hesi kanning er Toyota Avensis ein tann tryggasti bilurin í harðari kapping við svensku Volvo V70, S80, S60 og Saab 9-5.
Folksam hevur gjørt kanningarnar av hesum 105.000 ferðsluvanlukkunum og sammett bilarnar við krasjtestirnar frá EuroNCAP. Kanningin vísir, at fólk sum sita í bilum, ið fingu allar fimm stjørnurnar í krasjtestunum eru í 70 prosent minni vanda fyri at fáa álvarsligar skaðar ella lata lív i ferðsluni, enn tey sum koyra í bilum, sum einans fingu t.d. tvær stjørnur.
Teir mest hættisligu bilarnir at koyra í eru smáir bilar frá 80-unum, sigur Anders Kullgren, ferðslukanningarstjóri hjá Folksam.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum