Í útvarpssendingini “Bylgjan” mikudagin í Kringvarpi Føroya vórðu tveir bilar umrøddir: Volvo C30 2.0 (bensin) og Toyota Avensis 2.0 D-4D (diesel).
Volvo C30 er ein smartur sportligur hatchback við tveimum hurðum og glasbaklúku.
Talan er um ein bil við fýra sjálvstøðugum sitiplássum. Glasbaklúkan gevur sera gott útsýni aftureftir. Bilurin er gjørdur við gomlu Volvo P1800ES frá 70-unum, og 480ES frá 80-unum, sum fyrimynd.
C30 fæst bæði sum bensin og diesel. Bensinmotorar: 1.6 litur 4 syl. 100 hk, 1.8 litur 4 syl. 125 hk, 2.0 litur 4 syl. 145 hk, 2.4 litur 5 syl. 140 hk (aut.), 2.4 litur 5 syl. 170 hk og 2.4 litur 5 syl. bensin 220 hk (T5). Dieselmotorurin er: 1,6 litur 4 syl. 110 hk.
Bilurin, ið varð royndarkoyrdur, var ein Volvo C30 við 2.0 litra (4 syl.) bensinmotori við 145 hk og koyrir frá 0-100 km/t upp á 9,4 sek. Bensinnýtslan er 13,7 km/l og bilurin kostar kr. 340.000. Bíligasti C30 1,6 kostar kr. 256.000 hjá VR Bilum.
Toyota Avensis er ein “faceliftað” útgáva av Avensis, sum kom í 2003 og hevur
verið ein av mest seldu bilum síðan tá. Ein rúmligur og væl koyrandi persónbilur sum fæst bæði sum sedan, liftback og sum stationcar.
Bilurin ið varð royndarkoyrdur hevði 2.0 litur dieselmotor (v. partikelfiltri) við 126 hk og snúningsmomenti upp á 300 Nm. Kraftar væl, orkusparandi, umhvørvisvinarligur. 16,9 km/l 0-100 upp á 10,6 sek. Bilurin kostar kr. 330.600.
Avensis fæst eisini við tveimum øðrum dieselmotorum við ávikavist 150 og 177 hk. Bensinmotorar: 1.8, 2.0 og 2,4 litur við ávikavist 129, 147 og 163 hk. Bíligasti Avensis 1.8 Terra (sedan) við kostar kr. 272.600 frá Reyni Service.
Tað var útvarpsmaðurin Kári Sólstein, sum legði bilprátið til rættis. Hetta var seinasta ummæli av bilum í hesum umfari. Útvarpið fer nú undir summarskránna.
mg.