Aftur í julimánaði lá bilmerkið Toyota á odda sum mest selda bilmerkið í Føroyum.
Tað vísa hagtøl frá Akstovuni.
Í juli vórðu seldir 218 Toyotabilar í Føroyum. Næst Toyota kom Citroen á øðrum plássi við 176 bilum, og á triðjaplássið Volkswagen við 165 bilum.
Talan er um somu raðfylgju sum í junimánaði fyri tey trý mest seldu bilmerkini.
10 tey mest seldu bilmerkini higartil í ár eru hesi:
Toyota | 218 |
Citroen | 176 |
Volkswagen | 165 |
Nissan | 155 |
Ford | 130 |
Mitsubishi | 113 |
Opel | 62 |
Mercedes-Benz | 61 |
Variant (viðfestisvognur) | 59 |
Kia | 54 |
Toyota hevur í mong harrans ár ligið fremst við mest seldum bilum í Føroyum. Men seinnu árini hevur Citroën givið Toyota harða kapping – og í fjør ar tað Citroën, sum var mest seldi bilur í Føroyum.
Volkswagen hevur eisini verið væl við í kappingini seinastu árini.
Hyggja vit eftir søluni mánað fyri mánað í ár, so vórðu felst Toyotabilar seldir í januar. Í februar var tað Volkswagen, í mars Mitsubishi, í apríl Citroën og aftur í mai, juni og juli var tað Toyota.
Higartil í ár eru seld 1705 nýggj akfør í mun til 1506 akfør sama tíðarskeið í fjør – ein vøkstur upp á 13,1 prosent.