Tann 18. juni verður útoyggjastevnan hildin á Húsum Hetta er tígginda árið, at útoyggjastevna verður fyriskipað.
Í ár er tað bygdafelagið á Húsum, ið hevur átikið sær at fyriskipa saman við Útoyggjafelagnum.
Fyrireikingarnar eru byrjaðar, og talan verður um eitt fjølbroytt úrval av tiltøkum.
Aðalfundurin hjá Útoyggjafelgnum verður hildin í skúlanum á Syðradali sama dag, har einstøk tiltøk eisini vera.
Skrá og ferðaætlan kemur seinni.