Útoyggjastevna í morgin

Útoyggjastevna 2009 verður í morgin 20. Juni í Mikladali og á Trøllanesi Fyri at øll tey sum ætla sær til Kalsoynna í morgin á Útoyggjastevnu leppa norður til Mikladal og Trøllanes, eru tveir bussar leigaðir til endamálið. Sam siglir eftir vanligu ferðaætlanini, men ger ein eykatúr kl. 12.00.

Tað verða fleiri tiltøk til gaman og álvara á Útoyggjastevnuni. Gunnvá við Keldu setir stevnuna kl. 13.30, beint eftir verður tann altíð spennandi togtoganin millum útoyggjarnar. Í ár skulu kvinnurnar eisini upp í part, tí verður skipað fyri kvinnu stafett millum oyggjarnar.

Framsýningar og undirhald fyri børnini umframt sangur, við 17 sangarum og kvøldseta fara at seta dám á stevnuna í ár. Á kvøldsetuni fara Niclas Heri Jákupsson og Jógvan Skorheim at røða, og Ingibjørg Hansen at singja.

Kjakfundur um gongdina á útoyggj seinastu 10 árini, er eitt tiltak, ið Útoyggjafelagið vónar fer at set skump á kjakið um lívsgrundarlagið hjá útoyggjunum. Tey sum luttaka í hesum tiltakið eru: Johan Dahl, landsstýrismaður, Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, Harry Jensen, borgarstjóri í Skúgvi, Sámal Matras Christiansen, samfelagsfrøðingur, Sóley Thomsen, ung á útoyggj, og Maiken Steinberg frá Norðoya Kunningarstovu. Áðrenn kjakfundin, heldur Øssur Winthereig eina røðu.

Verður veðrið til vildar væntar útoyggjafelagið at nógv fólk fara at leita sær til Kalsoynna, hóast nógv onnur áhugaverd tiltøk er kring landið saman dag.

Stevnan endar á Trøllanesi uml. kl. 22. Men tá tekur Bygdafelagið á Húsum um endan og skipar fyri dansi, har Julianneboys spæla. Viljin fer at sigla millum Syðradal og Klaksvík í samband við dansin.

Skrá og ferðaætlan eru at finna á www.utoyggj.fo