? Skulu vit gera eitt munagott arbeiði, noyðast vit at hava fólk burturav at taka sær av tí, og tað krevur fíggjarliga orku. Hesa orkuna hevur felagið ikki, og enn tykist tað ikki, sum politiski myndugleikin hevur áhuga í at hjálpa.
Soleiðis stendur á lesa á heimasíðuni hjá Útoyggjafelagnum, sum ásannar, at tað megnar ikki at skipa fyri átøkum, sum síggjast aftur í øktum virksemi og trivnaði á útoyggjum.
Blað og fundir
Felagið hevur tó klárað at givið ein serligt blað og annað virksemið er eisini í felagnum.
? So leingi vit fáa Glóðina útgivna og kunnu halda nakrar fundir um árið, har evni verða tikin upp til kjak, so er gongd í felagnum, og vit flyta okkum spakuliga fram eftir. Men okkum tørvar fíggjarliga orku til at taka størri stig og skumpa undir tiltøk, sum síggjast aftur í gerandisdegnum, heldur Útoyggjafelagið.
Fundur við landsstýrið
Útoyggjafelagið hevur heitt á Innlendismálaráðið um ein fund, har framtíðin hjá felagnum sum eitt menningartiltak skal takast upp. Men onnur mál, sum eisini eru á skránni á hesum fundinum, er enn eina ferð samferðsluspurningurin og orkumál.
? Innan samferðslu eru nógv átrokandi mál, men tað sum er mest átrokandi beint nú, er at fáa tyrluna at flúgva tveir túrar til Dímunar eina ferð um vikuna. Dímun er einasta oyggj í dag sum ikki fær hesa tænastu, skrivar Útoyggjafelagið á heimasíðu sínari.
Umframt hetta roynir Útoyggjafelagið at fáa myndugleikarnar at játta pening, soleiðis tyrlan kann flúgva ein dag afturat um vikuna ? tað skal vera mánadag.