Toy-Box undirheldur í Havn

Danski dansibólkurin Toy-Box skal undirhalda teimum ungu í grýludansi í Havn. Toy-Box var nógv frammi um aldarsskiftið, tá ið Eurodance tónleikurin hevði tað gott á hitlistunum. Kendastu sangirnir hjá bólkinum vóru Tarzan And Jane og Sailor Man. Nú kemur Toy-Box so til Føroya fyri fyrstu ferð at undirhalda.

 

Tað verður til grýludans í ítróttarhøllini á Hálsi tann 5. mars. Tiltakið er serliga ætlað teimum ungu, sum eru í aldrinum frá 15 til 18 ár.

 

Umframt Toy-Box fer eisini Finnur Jensen, sum er kendur sum annar av sangarunum í Páll Finnur Páll, at spæla.