Súkkling
Pro-liðini, sum vilja taka lut í ársins útgávu av stóra klassikaranum eru øll samd um, at nýggja anti-doping átakið er neyðugt. Snøgt sagt, so halda tey ta vera lívsneyðugt fyri ítróttina, at doping-spøkilsið nú verður manað væl og virðiliga burtur, eftir at ein gølan fyri og onnur eftir hava rullað um kapp við súkkluhjólini seinnu árini.
Nú er kravið, at súkklarar, sum vilja kappast í Tour de France, skulu skriva undir uppá, at blóðroyndir hjá teimum kunnu nýtast í kanningararbeiði av doping-gøluni, Operacion Puerto. Og samstundis skulu súkklararnir binda seg til at rinda bót, um teir seinni verða tiknir fyri at nýta ólóglig stimbrandi evni.
- Um lið ella súkklarar ikki skriva undir, eru avleiðingarnar púrasta greiðar. Tey sleppa nevnliga als ikki at taka lut í kappingini, sigur Tour de France stjórin, Christian Prudhomme.
Átakið, sum nú verður framt, er komið í lag, tí kanningarbeiðið í Operacion Puerto ikki er liðugt, áðrenn byrjað verður upp á ársins Tour.