Touré til Barcelona

Sama dag, sum Thierry Henry kláraði læknaroyndina í Barcelona, hevur spanska stórfelagið keypt enn ein spælara.

Talan er ikki um verjuleikaran, Kolo Touré, hjá Arsenal, men um yngra bróður hansara Yaya Touré, sum Barcelona hevur keypt frá franska Monaco. Yaya Touré verður mettur at vera ein av bestu ungu miðvallarunum í evropeiskum fótbólti, og fleiri stórfelag royndu at fáa fatur á evnaríka leikaranum frá Fílabeinsstrondini. Barcelona hevur goldið 90 mió. kr. fyri Touré.