Totti vil til HM

Francesco Totti hevur ikki spælt á fótbóltslandsliðnum, síðani Italia vann HM-heitið í fótbólti fyri fýra árum síðani. Men í samrøðu við La Repubblicca leygardagin glopppar hann aftur dyrnar. - Um Lippi vil hava meg við. Um eg eri skaðafríur og um hópurin annars heldur, at eg kann gera gagn, so komi eg við til Suðurafrika, sigur hann við blaðið. Marcello Lippi, landsliðsvenjari, hevur ofta róst dygdunum hjá Totti, men hinvegin hevur hann ongan tíð garanterað honum pláss í hópinum, um hann skuldi skift meining. 33 ára gamli Totti var við til at vinna HM-heitið til Italia, men trupulleikar við rygginum fingu hann at steðga við landsliðsfótbóltinum. Hann hevur øll árini spælt við Roma, har hann hevur fleiri met sum spælari, og hetta kappingarárið hevur hann higar til skotið níggju mál.