Tað verður mett sum eitt álvarsamt brot, um eitt ítróttarfólk kemur ov seint til eina dopingroynd, men italski stjørnuspælarin Francesco Totti sleppur við skrekkinum, eftir at hann fyrr í ár kom ov seint til eina dopingkanning. Orsøkin til, at Totti kom ov seint var, at hann bleiv pápi sama dag, og hetta halda dopingeftirlitið og italska fótbótlssambandið er ein umbering, sum kann brúkast, og tí verður Totti ikki revsaður.










