Totti kemur ikki til Føroya

Eftir sigurin í HM í fjørsummar gavst Francesco Totti á italska landsliðnum. Síðani hevur tað ikki gingið nakað serligt hjá italiumonnum, og landsliðsvenjarin Roberto Donadoni hevur roynt at fáa Totti, sum er størsta stjørnan í italskum fótbólti, aftur á landsliðið.

 

Men 30 ára gamli Francesco Totti noktar fyri at gera eitt comeback.

 

- Eg havi nógv annað frægari at gera í løtuni, sigur Totti við italskar fjølmiðlar.

 

2. juni spæla Føroyar og Italia EM-landsdyst í Føroyum, og í november mánaði spæla Føroyar á útivølli ímóti Italia.