Legendariski miðvallarin og liðskiparin hjá AS Roma, 38 ára gamli Franceso Totti, skoraði í kvøld í 1-1 javnleikinum móti Manchester City í bólkaspælinum í Champions League. Hann er nú tann elsti málskjúttin í Champions League søguni.
Niðast sært tú hvørjir seks teir elstu málskjúttarnir eru, men klárar tú at gita hvørjir teir eru, áðrenn tú sær listan?
Francesco Totti bleiv leygardagin 38 ár. Hóast hann hevur mist nakað av ferðini, so er teknikurin og høvdið framvegis í besta standi. Tað prógvaði hann í 23 minutti á Etihad leikvøllinum í Manchester, tá hann bleiv spældur leysur.
Les eisini: PSG knógvaði Messi og Barcelona
Tað tók eina løtu at koma fram til bóltin, men tá so 38 ára gomlu beinini komu fram til bóltin var kongurin í AS Roma púra kaldur. Hann vippaði bóltin við vinstra beini framvið Joe Hart í Manchester City málinum til 1-1.
Til ber at síggja málið við at trýsta HER (www.uefa.com)
Manchester City kom á odda longu aftaná fýra minuttir, tá Sergio Aguero umsetti brotsspark, ið var gjørt móti honum. Manchester City hevur ikki megnað at spælt seg víðari úr bólkaspælinum enn, og kundi eins væl havt tapt dystin í kvøld.
Her kemur topp 6 listin:
1. Francesco Totti, 38 ár og 3 dagar (Manchester City - Roma, Sep 30 2014)
2. Ryan Giggs, 37 ár and 289 dagar (Benfica - Manchester United, Sep 14 2011)
3. Filippo Inzaghi, 37 ár and 86 dagar (AC Milan - Real Madrid, Nov 3 2010)
4. Javier Zanetti, 37 ár and 71 dagar (Inter Milan v Tottenham, Okt 20 2010)
5. Laurent Blanc, 36 ár and 338 dagar (Boavista - Manchester United, Okt 20 2010)
6. Paolo Maldini, 36 ár and 333 dagar (AC Milan - Liverpool, Maj 25 2005)