Totti einsamallur eftir frá FIFA 96

Spældi tú FIFA 96? So er tíðin komin at kenna teg gamlan, tí bara ein útispælari er eftir frá spælinum

Francesco Totti er einasti útispælarin frá FIFA 96, sum framvegis spælir yrkisfótbólt. Saman við italska málverjanum, Gianluigi Buffon, eru teir báðir teir einastu, sum framvegis spæla yrkisfótbólt, og vóru við í tiltikna telduspælinum.

 

Í summar valdi 44 ára gamli amerikanski málverjin, Brad Friedel, at leggja handskarnar á hillin. Tá so málsøkni málverjin, Rogerio Ceni, fyrr í hesum mánaðinum valdi, at leggja handskarnar á hillina, vóru bara tveir mans eftir frá FIFA 96. 42 ára gamli brasilski málverjin er mest kendur fyri síni nógvu mál, sum hann hevur skotið upp á fríspark og brotsspark.

 

Onkur gløggur eygleiðari var skjótur at vísa á, at nú er bara 39 ára gamli Francesco Totti, sum framvegis er aktivur spælari frá kenda telduspælinum FIFA 96. Tað gekk tó ikki rúm tíð, til aðrir eygleiðarar vístu á, at eisini Gianluigi Buffon spælir enn. Francesco Totti spælir enn tann dag í dag við AS Roma, har hann eisini spældi í 1996, meðan Gianluigi Buffon byrjaði sína yrkisleið í Parma, men hevur í nógv ár spælt við Juventus, har hann enn er fyrstaval.

 

Skjótt 40 ára gamli Francesco Totti ger tó ikki nógv um seg longur. Hetta kappingarárið hevur hann bara spælt tríggjar dystir, og stríðist við ein skaða. Tó verður mett, at hann fær nýggjan eitt ára sáttmála til komandi kappingarár.

 

Telduspælið er eitt tað fyrsta í røðini av FIFA spølunum, sum í dag eru millum tey mest seldu telduspølini í heiminum.