Francesco Totti gavst á italska landsliðnum, eftir at teir seinasta summar vunnu HM-kappingina í fótbólti. Nú sigur spælarin sjálvur, at tað als ikki er víst, at hann hevur spælt sín seinasta landsdyst. Eg fari at tosa við landsliðsvenjaran nú í juli, og so taki eg støðu til, hvussu verður við mínari framtíð á landsliðnum, sigur Totti, sum hetta kappingarárið hevur verið besti málskjúttin í Europa.