Tottenham vil hava Eriksen

Enska Tottenham ætlar sær at keypa Christian Eriksen, tá keypsgluggin letur upp í januar.

 

Tað skrivar blaðið, London Evening Standard.

 

London-felagið hevur annars títt og støðugt verið sett í samband við Joao Moutinho frá Porto, men nú ljóðar so, at tað skal verða Christian Eriksen, sum skal fylla tómrúmið eftir Luka Modric, sum varð seldur til Real Madrid í summar.

 

Blaðið skrivar tó, at Eriksen ikki stendur ovast á listanum hjá Tottenham, tað ger nevniliga brasilianarin hjá Shaktar Donetsk, Willian. Ukrainska felagið letur tó neyvan Willian fara, meðan teir enn eru við í Champions League.

 

Moutinho verður eisini trupul at fáa hendur á, tí fíggjarstøðan hjá Porto varð loyst fullkomiliga, tá teir seldu Hulk til Zenit St. Petersburg.

 

Hinvegin skuldi møguleikin verið betri við Eriksen. Hann hevur longu sagt, at hann fegin vil til eina størri kapping, og Tottenham keypti í summar liðfelagan, Jan Vertonghen. So møguleikin fyri, at Ajax sigur ja takk til 180 milliónir fyri Christian Eriksen er til staðar.