Tottenham vil hava Beckham

Fær venjarin hjá Tottenham, Harry Redknapp, sín vilja, fer fyrrverandi liðskiparin á enska landsliðnum David Beckham at spæla fyri London-felagið. Redknapp váttar í dag, at hann vil fegin hava Beckham til Tottenham.

 

David Beckham spælir fyri amerikanska felagið Los Angeles Galaxy, og fimm ára sáttmálin teirra millum rennur út í november, og tá stendur tað Beckham frítt at velja sær annað felag. Tá amerikanska kappingin hevði vetrarsteðg seinast, vandi Beckham við Tottenham.

 

-Eg hevði tikið ímóti honum við opnum ørmum, sigur Harry Redknapp.