Fyrsti dysturin í Premier League í dag, sum byrjaði klokkan 12:45, var grannauppgerð millum London feløgini, West Ham og Tottenham.
Tottenham var undan dystinum favorittur, av tí at teir eru byrjaðir nógv betri uppá kappingarárið enn West Ham, sum stríðist í niðara endanum av deildini.
Leingi sá eisini út til at Tottenham skuldi fáa ein greiðan sigur á útivølli móti West Ham. Tottenham var nevniliga eitt skifti í dystinum á odda 3-0 við tveimum málum frá Harry Kane og einum frá danska Christian Eriksen.
Men móti endanum av dystinum kom stórur spenningur í. Fyrst minkaði Javier Hernandez um munin til 3-1, og lítla løtu aftaná varð Tottenham verjuleikarin, Serge Aurier, vístur av vølli.
Tá so Cheikhou Kouyaté stutt fyri leiklok minkaði um munin til 3-2, var eldur í dystinum seinastu løtuna, har West Ham trýsti nógv fyri at fáa útjavnandi málið. Men stóra trýstið førdi ongantíð til nakað vandamikið, og endaði dysturin tí við einum 3-2 sigri til Tottenham.
Hjá Tottenham var danski Christian Eriksen enn einaferð millum lyklaleikararnar í dag. Hann átti fót við í teimum báðum fyrstu málunum sum Harry Kane skeyt, og kom sjálvur á máltalvuna í seinna hálvleiki. Hann hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá kappingarárið í Premier League.
West Ham – Tottenham 2-3 (0-2)
0-1 Harry Kane, 34.
0-2 Harry Kane, 38.
0-3 Christian Eriksen, 60.
1-3 Javier Hernandez, 65.
2-3 Cheikhou Kouyaté, 87.