Tottenham vann á Everton

Tað hevur ikki gingið serliga væl hjá Tottenham á útivølli í ár.

Undan dystinum ímóti Everton í gjárkvøldið hevði Tottenham bert vunnið ein dyst á útivølli, men móti Everton eydnaðist aftur at vinna. Berbatov legði Tottenham á odda í fyrra hálvleiki, men Arteta javnaði beint fyri hálvleik við beinleiðis frísparki. Henda støðan helt sær líka til ein minutt fyri leiklok, tá Jenas var uppá spæl fyri Tottenham, og sostatt fingu teir sín næsta útisigur í kappingarárinum. Botnliðið, Watford, tók eisini ímóti Wigan í Premier League í gjár, og hesin dystur endaði við javnleiki 1-1.