Enskir fjølmiðlar vilja nú verða við, at Tottenham liggur fram við at keypa landsliðsspælaran Joe Cole úr Chelsea. Cole hevur verið skaddur, men er nú veg í form aftur. Hann hevur tó harða kapping við stjørnur sum Ballack, Robben, Lampard, Essien og aðrar um at sleppa at stjørnusetta Chelsea-miðvøllin, og tí roynir Tottenham at lokka Cole til sín. Prísurin fyri Joe Cole verður mettur at verða umleið 115 milliónir krónur.