Vóru Tottenham hepnir, so kundu teir skapt spenning í dystinum móti Real Madrid, meðan Raul var hetjan hjá Schalke. Var dómarin blíður við Tottenham og teir samstundis raktu málið tá teir fingu møguleikan, so hevði Tottenham kunna skapt spenning í fjórðingsfinaluna í Champions League móti Real Madrid. Tað endaði tó við málmansvillu og tapi. Í Týsklandi vísti 33-ára gamli Raul, at hann framvegis kann á hægsta støðið, tá Schalke slóð Inter Milan úr kappingini, sum teir vunnu í fjør.
Uppgávan var at kalla ómøgulig undan dystinum á White Hart Lane í kvøld. Tottenham skuldi venda einum 4-0 tapi um teir skuldu koma víðari. Tottenham venjarin lovaði undan dystinum, at teir ikki fóru at leggja kongin og tað gjørdu teir heldur ikki. Var dómarin blíður, so kundi Tottenham fingið eitt ella enntá tvey brotsspørk, umframt at Real Madrid vóru hepnir ikki at fáa okkurt gula korti.
Tottenham megnaði eisini fleiri ferðir at koma í góðar støður á vengrinum, men antin var seinasta avleveringin ikki neyv ella raktu Tottenham leikararnir ikki bóltin, sum teir ætlaðu. Real Madrid fór ongantíð í panikk og við Cristiano Ronaldo á liðnum, so var Real Madrid allatíð ein hóttan.
Uttan at taka nakað frá Real Madrid, so hevur Tottenham í nógvar mátar skotið seg sjálvan í fótin í hesi fjórðingsfinaluni. Serliga reyða kortið hjá Peter Crouch og vánaligt verjuspæl og málmansspæl í fyrra dystinum hava gjørt tað nærmast ógjørligt hjá Tottenham at skapa spenning í uppgerðini. Tí var tað sigandi fyri fjórðingsfinaluna, at tá Real Madrid skoraði, so var tað ein málmansvilla frá Heurelho Gomes. Cristiano Ronaldo royndi seg við skoti útifrá, sum var beint á Tottenham málverjan. Tað eydnaðist honum tó ikki at bjarga skotinum, sum hoppaði í mál.
Fyrrverandi Real Madrid framherjan, Raul, er tann leikarin, ið hevur skotið flest mál í Champions League. Í kvøld var hann aftur á blettinum, tá Schalke spældi seg víðari til hálvfinaluna. Schalke vann fyrra dystin 5-2 og tí var nógv, ið bendi á at Schalke fór at koma víðari.
33-ára gamli Raul legði Schalke á odda í fyrra hálvleiki, meðan Thiago Mottan javnaði fyri Inter Milan. Stutt fyri tíð legði Benedikt Howedes Schalke á odda, eftir upplegg frá Raul.
Real Madrid skal møta Barcelona í hálvfinaluni, meðan Schalke møtir Manchester United. Fyrru hálvfinalurnar verða leiktar síðst í hesum mánaðinum, meðan returdysturin verður leiktur vikuna eftir.
Champions League fjórðingsfinalur:
Schalke ? Inter Milan 2-1
1-0 Raul, 45
1-1 Thiago Motta, 49
2-1 Benedikt Howedes, 81
(Samanlagt 7-3)
Tottenham ? Real Madrid 0-1
0-1 Ronaldo, 50
(Samanlagt 0-5)