Seinastu vikurnar hava áhaldandi leysasøgur gingið um, at Tottenham hevur dyrgt eftir niðurlendska framherjanum, Vincent Janssen. Í dag er blivið kunngjørt, at Janssen er Tottenham-leikari.
Tottenham upplýsir á heimasíðu síni, at framherjin, ið er 22 ára gamal, hevur undirskrivað ein fýra ára sáttmála fram til 2020.
Ilt verður at spáa um leiklutin hjá Janssen í Tottenham, tí at fremsta álopsplássið situr lokali, enski landsliðsframherjin, Harry Kane, tungt á. So er spurningurin, um Mauricio Pochettino, Tottenham-venjari, ætlar at brúka báðar framherjarnar inni í senn.
Vincent Janssen hevur júst havt eitt framúr gott kappingarár við hollendska AZ Alkmaar, har hann skoraði heili 27 mál í 34 landskappingardystum.