Tottenham-spælarar eru svangir

Venjarin hjá enska felagnum Tottemham, Juande Ramos, hevur sera strangan kostpolitikk,og við einum serfrøðingi á odda hava allir spælararnir hjá Tottenham fingið kostplan um, hvat teir kunnu og skulu eta. Spælararnir gremja seg nú um, at teir ganga svangir áðrenn dyst. Fleiri spælarar hava boðað venjarunum frá, at teir kenna seg illa, tí teir fáa ov lítið at eta áðrenn dyst. Kanska tað er orsøkin til, at Tottenham liggur aftast í Premier League eftir 8 dystir.