Tottenham snýtti Chelsea

Eingin ivi var um, at tað var Chelsea, sum var favorittur, tá ið tvey av stóru London feløgunum í dag brustu saman í Carling Cup finaluni á Wembley, har 87 túsund áskoðarar fylgdu við.

Chelsea legði seg framum við frísparksmáli, sum Didier Drogba skoraði, og so tóktist væntaði tónin at vera sligin ann.

Men Tottenham vildi ikki leggja kongin. Teir lupu eirindarleyst á, men málmøguleikarnir vóru fáir, tí bláa verjan var sera stinn.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki gjørdi linjuverjin vart við, at Wayne Bridge, vinstri vongverjin hjá Chelsea, hevði brúkt hondina í 16 metrinum, og Dimitar Berbatov umsetti úr ellivu metrum til 1-1.

Neyðugt var við longdari leiktíð, og tá skoraði Tottenham longu í fyrra umfarinum sigursmálið. Tað átti Chelsea málverjin, Petr Chech sín stóra lut í. Hann fór fullkomuliga skeivur av innleggi, sum Jonathan Woodgate ? uttan at vita tað sjálvur ? sendi í netið.

Síðstu løtuna royndi Chelsea at leggja trýst á, men Tottenham verjan stóð stinn, og tá ið teir bláu spældu seg til upplagdar møguleikar, vísti Paul Robinson í Tottenham málinum, sum í fjør misti sessin á landsliðnum, at hann framvegis er millum teir allar bestu.

Við sigrinum hevur Tottenham tryggjað sær luttøku í UEFA Cup næsta ár. Hetta var fyrsta ferðin síðani 1999, at Tottenham hevur vunnið eina kapping.

Mikukvøldið hittast Tottenham og Chelsea í landskappingardysti á heimavøllinum hjá Tottenham ? White Hart Lane.