Tottenham og Everton hanga í

Við teprum sigrum á útivølli í dag varðveittu hesi bæði liðini sambandið við toppin

Tvey av liðunum, sum higartil hava hingið í og ikki verið so nógv stig frá sjálvum toppinum í Onglandi, eru Tottenham og Everton. Í dag áttu hesi bæði feløgini torførar avbjóðingar á útivølli, og tað eydnaðist báðum feløgunum at vinna fulla úrtøku

Tottenham vann 3-2 í Southampton, sum var væl við nógvu tey fyrstu umførini, men sum nú er dragnað eitt sindur

Ein av teimum, sum ikki hevur staðið so væl í eygunum á Tottenham fjepparunum í ár, er Emmanuel Adebayor. Í dag gav nýggi venjarin, Tim Sherwood, honum møguleikan millum teir fyrstu ellivu, og tað vísti seg at vera eitt gott val, tí Adebayor skoraði tvey av  Tottenham málunum. Tað stóð á jøvnum 1-1 eftir 1. hálvleik, og tað stóð 2-2, áðrenn Adebayor skoraði sigursmálið til 3-2. Heimaliðið pressaði fyri at javna, men Tottenham helt tørn. Úrslitið ber við sær, at tað eru seks stig frá Tottenham og fram til toppliðið Liverpool.

Everton staðfesti aftur í dag, at liðið framvegis telisti millum tey, sum kappast um meistaraheitið og plássini í europeisku meistarakappingini. Í dag vitjaði Everton í Swansea, og tey eydnaðist gestunum at fara norður aftur til Liverpool við 2-1 sigri. 1. hálvleikur var málleysur. Vongverjin Seamus Coleman legði Everton framum við rimmar skoti úr 30 metrum, men Dwight Tiendallis javnaði fyri Swansea, sum ikki kendist so sannførandi.

Fimm minuttir undan dystarloki skoraði Ross Barkley sigursmálið fyri Everton, tá ið hann sera hegnisliga við frísparki lyfti bóltin upp um manngarðin og í málið.

2-1 sigurin ber við sær, at Everton er á fjórða plássi og bara tvey stig aftanfyri grannarnar í Liverpool FC, sum eru fremst og vera tað í hvussu so er inntil í annaðkvøld, tá ið Arsenal og Chelsea bresta saman.