Tottenham og Chelsea deildu stigini

Hvørki Tottenham ella Chelsea megnaðu at umseta møguleikar í seinastu minuttinum til avgerandi mál, og tí endaði tað við 1-1 javnleiki í grannauppgerðini á White Hard Lane. Emmanuel Adebayor og Daniel Sturridge skutu málini.

 

Tottenham byrjaði dystin við fullari ferð og kom á odda longu aftaná átta minuttir. Gareth Bale fór tvísporandi frameftir vinstru síðu og legði bóltin innfyri til Emmanuel Adebayor, sum prikaði bóltin í kassan.

 

Chelsea svararði um miðjan fyrra hálvleiki, tá Ashley Cole legði innfyri úr vinstru til ein leysan Daniel Sturridge, sum lættliga kundi javna fyri Chelsea. Nakrir Tottenham-leikarar vildu hava fríspark, tá bólturin fór í hondina á Ashley Cole í uppspælinum til málið, men dómarin sá støðuna og metti ikki at talan var um fríspark.

 

Chelsea mátti skifta út tvær ferðir fyri hálvleik, tí bæði Branislav Ivanovic og John Obi Mikel fingu skaðar. Inn komu Paulo Ferreira og Oriol Romeu.

 

Í seinna hálvleiki kom Chelsea betur frá byrjan og tóktist hava tamarhald á dystinum. Tottenham skifti í hálvleikinum Rafael van der Vaart út fyri Roman Pavlyuchenko og tað gav Chelsea betri pláss á miðvøllinum.

 

Seinastu minuttirnar fóru báðar verjurnar í jólaferiu og bæði Tottenham og Chelsea kundi havt skorað avgerandi málið. Nærmast komu Ramires fyri Chelsea og Emmanuel Adebayor fyri Tottenham.

 

Úrslitið merkir, at Tottenham framvegis er á triðja plássi, meðan Chelsea framvegis er tvey stig aftanfyri á fjórða plássi. Hetta var seinasti dysturin í Premier League fyri jól.

 

Premier League í dag:

 

Tottenham – Chelsea 1-1