Arsenal leikti í dag fyrsta dystin í Premier League á heimavølli móti Crystal Palace. Hóast Arsenal undan dystinum var stórur favorittur, fall avgerðin í dystinum ikki fyrrenn í yvirtíðini, tá walisiski Aaron Ramsey skoraði sigursmálið fyri Arsenal.
Tað var annars gestirnir úr Crystal Palace, ið løgdu seg á odda seint í fyrra hálvleiki, tá norski Brede Hangeland legði Crystal Palace á odda. Tað eydnaðist tó Arsenal at javna beint áðrenn hálvleik, tá Laurent Koscielny fekk skotið mál fyri Arsenal.
Men í yvirtíðini eydnaðist so Aaron Ramsey at tryggja Arsenal týdningarmikla 2-1 sigurin.
Tottenham leikti fyrr í dag á útivølli móti West Ham. Hóast West Ham kanska hevði teir størru møguleikarnar í dystinum, eydnaðist tað tó Tottenham at vinna dystin. Avgerðin í tí dystinum fall eisini í seinasta løtu, tá nýggi Tottenham verjuleikarin Eric Dier slapp leysur móti West Ham málverjanum. Eric Dier slapp framvið málverjanum og fekk lagt bóltin í eitt tómt mál.
Úrslitini í Premier League í dag vóru hesi:
Manchester United – Swansea 1-2 (0-1)
0-1 Ki Sung-Yeung, 28.
1-1 Wayne Rooney, 53.
1-2 Gylfi Sigurdsson, 72.
Leicester – Everton 2-2 (1-2)
0-1 Aiden McGeady, 20.
1-1 Jose Leonardo Ulloa, 22.
1-2 Steven Naismith, 45.
2-2 Chris Wood, 86.
QPR – Hull City 0-1 (0-0)
0-1 James Chester, 52.
Stoke – Aston Villa 0-1 (0-0)
0-1 Andreas Weimann, 50.
West Bromwich Albion – Sunderland 2-2 (1-1)
0-1 Lee Cattermole, 5.
1-1 Saido Berahino brotsspark, 42.
2-1 Saido Berahino, 74.
2-2 Sebastian Larsson, 85.
West Ham – Tottenham 0-1 (0-0)
0-1 Eric Dier, 90.
Arsenal – Crystal Palace 2-1 (1-1)
0-1 Brede Hangeland, 35.
1-1 Laurent Koscielny, 45.
2-1 Aaron Ramsey, 90.