Tottenham vann ikki í 24 teimum fyrstu dystinum hann var við, men í dag er hann mangan leikarin, ið tryggjar Tottenham stig og sigrar. Talan er um 21-ára gamla walisan, Gareth Bale, ið hevur skrivað undir ein nýggja fýra og eitt hálvt ára sáttmála við Tottenham. Gareth Bale byrjaði sína yrkisleið í Southampton, har hann gjørdist næst yngsti leikarin at fáa debut á besta liðnum.
Í 2007 skifti hann til Tottenham. Í 24 teimum fyrstu dystinum har Gareth Bale var við, megnaði Tottenham ikki at vinna. Harry Redknapp, venjari hjá Tottenham, segði í sendingini ?Goals on Sunday? á Sky Sports, at hann í 25. royndini skifti Gareth Bale inn seinastu minuttirnar í einum dysti har teir vóru á odda við fleiri málum, so hann eisini kundi royna at vinna við Tottenham.
Men við tíðini er Gareth Bale blivin ein lykla leikari hjá Tottenham og feløg sum Barcelona, Real Madrid og Manchester United eru sett í sambmand við hann.
Hann gjørdist kendur um alt Evropa, tá hann fyrr í hesum kappingarárinum skoraði hattrick móti Inter Milan í Champions League bólkaspælinum.
Dailymail veit at siga, at sáttmálin tryggjar unga walisanum góðar 600.000 krónur um vikuna.









