Tottenham hevði í gjárkvøldið møguleikan at eta seg meiri inn á Leicester í oddastríðnum í Premier League, tá ið London-felagið var á vitjan hjá Stoke.
Harry Kane syrgdi longu í 9. minutti fyri eini 1-0-leiðslu til Tottenham. Hendan leiðslan helt sær til hálvleikssteðgin.
Í seinna hálvleiki blásti Tottenham mótstøðuliðið av vøllinum. Harry Kane skeyt eitt mál afturat og Dele Alli tvey, soleiðis at Tottenham vann 4-0.
Sigurin hjá Tottenham kundi væl verið enn størri, og lítil ivi man vera um, at Tottenham í kvøld sendi ein boðskap um, at teir skulu takast í álvara.
Leicester fekk bara eitt stig í gjár, og tað merkir, at Tottenham nú einans er fimm stig aftanfyri Leicester. Fýra dystir eru eftir at spæla.









