Tað gongur alt annað enn væl hjá ensku liðnum í evropeiskum fótbólti. Fyrr í vikuni ruku bæði Manchester City og Arsenal úr Champions League, og sama gongd helt fram í tá ið 1/8-finalur vóru í Europa League í kvøld. Einasta enska liðið, sum er við, er Tottenham. London-felagið tapti 1-3 heima ímóti Benfica og hevur tískil fingið eina stóra uppgávu fyri til seinnu uppgerðina í komandi viku.
Juventus, sum hevur møguleika at spæla finaluna á heimavølli eftirsum finalan verður leikt á Juventus Stadium í Torino, spældi í kvøld 1-1 heima ímóti landsmonnunum úr Fiorentina.
Íslendski Aron Jóhannsson gjørdist stóri sigursharrin hjá hollendska AZ Alkmaar, sum vann 1-0 heima ímóti russiska Anzhi.
Úrslit, fyrra 1/8-finala:(seinna verður leikt 20. mars)
AZ Alkmaar – Anzhi 1-0
Juventus – Fiorentina 1-1
Lyon – Plzen 4-1
Sevilla – Betis 0-2
Tottenham – Benfica 1-3
FC Basel – Red Bull Salzburg 0-0
FC Porto – Napoli 1-0
Ludogorets Razgrad – Valencia 0-3










